Betri Trygging: Bara 10 milliónir í avlopi í fjør

Betri Trygging: Bara 10 milliónir í avlopi í fjør
Nógv fleiri skaðar í 2022 ávirkaðu úrslitið. Betri Trygging rindaði 225 milliónir krónur í skaðaendurgjøldum í fjør
Úrslitið hjá Betri Tryggin í fjør versnaði munandi samanborið við árið fyri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2023 - 14:04

Úrslitið hjá Betri Trygging tódnaði nógv í fjør

Avlopið í 2022 var 10 milliónir krónur, men í fyrraárið var tað 114 milliónir.

Stormar, skriðulop, skipsbrot, aliskaðar og eldsbrunar, umframt sera nógvir ferðsluskaðar og vanligir smáskaðar, høvdu við sær, at í fjør vóru nógv fleiri skaðar enn árið fyri.

Tilsamans vóru 12.481 skaðar í fjør, ella 2.000 fleiri enn í 2021. 

Betri Trygging rindaði 225 milliónir krónur í skaðaendurgjøldum í fjør.

Betri fer at rinda kundunum burtur av yvirskotinum. Kundarnir fáa 10 prosent av tryggingargjaldinum, sum teir hava rindað inn, afturgoldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512