- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin herdi revsingina í neyðtøkumáli
Eystari Landsrættur hevur hert revsingina til tvey ára treytaleysa fongulsrevsing í einum máli um tvær neyðtøkur.
Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur - aðra í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.
Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Ákæruvalið viðhald
Hesa revsingina herdi Landsrætturin í gjár til tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.
Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi.
Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku var gjørd strangari í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.