- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 ukrainskir næmingar í Eysturskúlanum
13 ukrainskir næmingar í Eysturskúlanum
Í løtuni eru 135 ukrainsk flóttafólk í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
16.03.2023 - 11:32
Av teimum 135 flóttafólkunum, sum eru komin til Føroya, eru 19 børn í fólkaskúlaaldri.
13 ganga í Eysturskúlanum í Havn, tvey í Skúlanum á Fløtum, tvey í Skúlanum við Løgmannabreyt, trý í Tvøroyar skúla og eitt í Sandoyar Meginskúla.
Í Eysturskúlanum er ein móttøkuflokkur burturav til ukrainsk børn, og tað ræður um at taka væl ímóti hvørjum einstøkum barni, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
16032023_Eysturskulin_og_ukrainar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV