- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri at neyðtaka vinmann
Seinnapartin í dag fer Eystari landsrættur at viðgera eitt sjáldsamt revsimál í føroyskum høpi.
Ein 19 ára gamal maður er dømdur fyri at neyðtaka ein vinmann, sum hevur menningartarn.
Hann er eisini dømdur fyri at misbrúka sálarligu støðuna hjá vinmanninum til at sníkja seg til annað kynsligt samband enn samlegu.
Maðurin noktar seg sekan.
Maðurin fekk tíggju mánaða fongsulsrevsing, harav tríggir mánaðir eru treytaleysir.
Sjey mánaðir treytaðir
Av tí at maðurin var yngri enn 18 ár, tá tað, hann er ákærdur fyri, skal vera hent, segði rætturin, at sjey mánaðir eru treytaðir.
Maðurin skal fleiri ferðir hava gjørt seg kynsliga inn á tann órættaða, millum annað skal hann hava hótt við at vísa videoupptøkur av honum, um hann ikki gjørdi eftir boðum í sambandi við kynsliga ágangin.
Maðurin var eisini dømdur at gera samfelagstænastu í 120 tímar og at rinda 25.000 kr. í endurgjaldi.
Maðurin skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin.
Hetta er fyrstu ferð, at dómsvaldið viðger føroyskt mál um neyðtiknan mann.