O, móðurlandið!: Vakrasta blað í søgu Danmarkar 

O, móðurlandið!: Vakrasta blað í søgu Danmarkar 
Í øðrum parti av “O, móðurlandið” verða árini frá fólkaatkvøðuni í 1946 fram til 1970 tikin til umrøðu. Parturin verður í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og viku.
Mynd: Skíggamynd úr øðrum parti av "O, móðurlandið!"  
 
15.03.2023 - 18:38

Í 1945 búði helvtin av øllum heimsins borgarum í londum, sum onnur høvdu ræði á. Tá ið ST varð stovnað, eftir at annar heimsbardagi endaði í 1945, setti tað sær sum eitt av sínum fremstu málum at broyta hesa støðu. 

Hóast áheitanina frá ST, vildi Danmark ikki sleppa Føroyum og Grønlandi. Grundlógarbroytingin í Danmark í 1953 hevur ikki minst til endamáls at fáa Grønland inn undir seg sum amt:

modurlandid_2

 

Heimastýrislógin kemur í gildi

Í øðrum parti verða júst hesi árini eftir seinna heimsbardaga og fólkaatkvøðuna í Føroyum í 1946 fram til 1970 tikin til umrøðu. 

Trætan Føroya og Danmarkar ímillum eftir kolldømdu fólkaatkvøðuna í 1946 endar tvey ár seinni við nýggju heimastýrislógini, sum gevur Føroyum víðkað sjálvræði innan danska ríkið. Politisku flokkarnir í Føroyum vóru ójavnir á máli um eina nýggja stýrisskipan.  

Fólkaflokkurin vrakaði heimastýrislógina, men hinir tríggir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, góðkenna heldur treyðir uppskotið til nýggjan sáttmála, sum danir leggja fyri føroyingar. Hesaferð sleppur vanligi føroyingurin ikki at taka støðu sjálvur á einari fólkaatkvøðu sum í 1946. 

Allir flokkar geva seg kortini sum frá líður undir nýggju skipanina, bæði Fólkaflokkurin, sum ikki vildi vita av henni, og eisini hin nýggi Tjóðveldisflokkurin, sum var stovnaður í mai 1948 sum eitt mótmæli ímóti kolldømdu fólkaatkvøðuni í 1946. Og áðrenn langt um líður kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin arbeiða saman.  

 

Sjálvstýrisrøddin tagnað

Sum árini ganga, gerast Føroyar alt meira bundnar av donskum pengum. Ríkisveitingin økist, og samfelagið verður stigvíst útbygt.  

Javnaðarflokkurin við Peturi Mohr Dam, løgmanni, á odda, verður ímyndin av uppbyggingini av føroyska vælferðarsamfelagnum í 60-árunum.

Alt tos um sjálvstýri í Føroyum tykist tagnað. 

 

O, móðurlandið!: vakrasta blað í søgu Danmarkar 

Hóskvøldið eftir Dag og viku verður annar partur í røðini “O, móðurlandið!” í sjónvarpinum. 

REY03922

Suni Merkistein og Jógvn Eli Dam leggja til rættis. 

 

Sást tú ikki fyrsta partin, so finnur tú hann her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117