- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Toskastovnurin fyri hóttafalli
Toskastovnurin kann standa fyri hóttafalli.
Sambært Havstovuni er gýtingarstovnurin av toski ein triðingur av teimum knapt 30.000 tonsunum, sum Havstovan sigur, at lágmarkið er fyri gýtingarstovnin.
Og altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, heldur, at Føroyar eiga at gevast við toskafiskiskapi á landgrunninum bæði í ár og næsta ár.
Men hendan myndugleikan hevur Havstovan ikki. Havstovan kann bara mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent, um veiðan skal avmarkast.
Vit tosa við Petur Steingrund, deildarleiðara á Havstovuni.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, vera í útvarpsstovuni.
Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot um hjálparpakkar til sperdar familjur í dag. Annað er frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, og hitt er frá Sambandsflokkinum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Erhard Joensen í Sambandsflokkinum, vera í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.