Neyðtøkumál í landsrættinum

Neyðtøkumál í landsrættinum
Neyðtøkurnar vóru í 2018 og 2019, sambært ákæruni, og báðar vóru í Havn
Landsrætturin er í Føroyum í hesum døgum og skal m.a. viðgera eitt mál um neyðtøkur.
 
15.03.2023 - 08:21

Í dag fer Eystari landsrættur at viðgera eitt føroyskt neyðtøkumál.

Føroya rættur dømdi fyrst í desember í fjør ein 25 ára gamlan mann eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur.

Báðar neyðtøkurnar vóru, sambært ákæruritinum, í Havn.

Maðurin var ákærdur fyri at hava útvegað sær samlegu við kvinnurnar við at nýta harðskap, sigur politiið.

 

Noktaði seg sekan

Neyðtøkurnar vóru í 2018 og 2019, sambært ákæruni. 

25 ára gamli maðurin kærdi dómin. Hann noktaði seg sekan.

Fimta deild hjá Eystari landsrætti er í Føroyum í hesum døgum.

Hon kemur til Føroya tríggjar ferðir um árið at viðgera dómar hjá Føroya rætti, sum eru skotnir inn fyri hægri rætt, appelleraðir, sum tað eitur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512