NORA fær nýggjan stjóra 1. september

NORA fær nýggjan stjóra 1. september
Halla Nolsøe Poulsen tekur við starvinum eftir Ásmund Guðjónsson, sum hevur verið stjóri í átta ár
Halla Nolsøe Poulsen verður nýggjur stjóri í NORA.
 
14.03.2023 - 16:12

Halla Nolsøe Poulsen er sett í starvið sum stjóri á NORA.

Hon er 45 ára gomul og útbúgvin cand.scient.pol á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Seinastu trý árini hevur Halla Nolsøe Poulsen verið føroysk sendikvinna í Reykjavík. 

Frammanundan hevur hon m.a. verið ráðgevi á skrivarastovninum hjá Norðurlandaráðnum í átta ár, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni og ráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Halla Nolsøe Poulsen tekur við starvinum 1. september.

Ásmund Guðjónsson hevur verið stjóra í NORA í átta ár. Hann gevst í summar.

NORA er samstarv millum londini í útnorði og Strandanoreg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512