Á Breddanum: Tilfeingisgjald í fiskivinnuni

Á Breddanum: Tilfeingisgjald í fiskivinnuni
Fíggjarnevndarlimir fara eisini at kjakast í útvarpsstovuni um uppskotið
Hesi fara at kjakast í Breddanum fyrrapartin um tilfeingisgjøld.
 
14.03.2023 - 09:13

Samgongan er komin við sínum útspæli, nú tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni skulu endurskoðast.

Í uppskotinum stendur, at endamálið er, at ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum - tilfeingisrentuni - sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. 

Men hvat er rímiligt og munandi, og hví ikki taka alla tilfeingisrentuna inn? 

Tað spyrja vit í Breddanum í dag, har Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiðir frá uppskotinum, og Hans Ellefsen, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrinum, greiðir frá, hvat tilfeingisrenta er.

Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, verður eisini í útvarpsstovuni.

Tað spyrja vit í Breddanum í dag har Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum greiðir frá uppskotinum og Hans Ellefsen, phd og lektari á fróskaparsetrinum greiðir eittsindur frá hvat tilfeingisrentan er og stjórin í Reiðarafelagnum, Stefan í Skorini vitjar útvarpsstovuni.

Seinast í sendingini verður politiskt kjak millum limir í fíggjarnevndini, sum skal viðgera málið, tá tað hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum.

Í kjakinum vera Eyðgunn Samuelsen, sum er forkvinna, Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Eirikur í Jákupsstovu.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512