- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir útlendingar vístir av landinum í trý ár
Tveir útlendingar vístir av landinum í trý ár
Menninir játtaðu seg sekar í at hava tikið pening í einari bensinstøð, har teir arbeiddu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-02-15-10h17m04s074.png?itok=qrAkG7Mz)
Menninir fingu 40 daga fongsul, og vóru vístir úr Føroyum í trý ár.
13.03.2023 - 09:47
Tveir ungir útlendingar úr einum landi í Evropa fara í dag av landinum, og teir mugu ikki koma aftur komandi trý árini.
Menninir hava sitið í 40 dagar, dømdir fyri at hava tikið pening í einari bensinstøð, har teir arbeiddu.
Teir játtaðu seg sekar.
Menninir fingu arbeiði á bensinstøðini í fjør summar.
Illgruni var um, at teir tóku pening úr kassanum.
Eftirlit var tí við teimum, og teir vóru tiknir á búri, tá teir tóku pening úr kassanum.
Menninir fingu 40 daga fongsul, og vóru vístir úr Føroyum í trý ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV