- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki fleiri ískoytisútbúgvingar á Glasi
Eingin ætlan er um at gera fleiri ískoytisútbúgvingar á Glasi.
Fýra slíkar útbúgvingar eru. Tær eru byggifrøði, innovatión og íverksetan, HD og diplom í leiðslu.
Ætlanin er at eftirmeta verandi skipan og endurskoða lógarverkið.
Ein spurningur er, um ein møguleiki kundi verið at skipa eitt vinnuakademi á Glasi, ella um hægri nám meira eigur at vera knýtt at Fróðskaparsetrinum.
Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
263 næmingar innskrivaðir
Tað sigur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, sum spurdi um ískoytisútbúgvingar.
Ein ískoytisútbúgving er ein professións-bachelorútbúgving, sum kann takast upp á hálvt annað ár, tá fólk longu hava tikið eina styttri framhaldsútbúgving.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at síðani Glasir var stovnaður í 2015, eru 263 innskrivað á eina akademiútbúgving í hægri námi.
Samstundis hava 290 fólk verið í gongd við eina akademiútbúgving í Danmark.
Í dag lesa 756 føroyingar í Danmark, 115 teirra taka eina akademiútbúgving.