- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey tikin fyri rúsdrekkakoyring
Í gjárkvøldið fekk politiið boð um húsaófrið í Eysturoynni. Politiið kom á staðið og royndi at mekla, men endin varð, at annar persónurin var tikin við á støðina.
Í nátt varð ein bilførari skuldsettur fyri at brúka hondhildna telefon, og tveir førarir vórðu tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring.
Orsakað av vánaligum koyrilíkindum fór ein bilur útav millum Fjarða. Hetta vísti seg at vera hálkuóhapp, og ikki, tí at førarin var ávirkaður.
Og í gjár var ferðusluóhapp í Kollfjarðatunlinum, tá ið ein bilur rendi í annan, sum var farin niður í ferð. Tilsamans sjey fólk vóru í bilunum báðum, men eingin persónsskaði stóðst av óhappinum. Bilarnir kundu tó ikki koyra av staðnum.