- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pauli Mittún til danskt felag
Pauli Mittún til danskt felag
Ein av føroysku landsliðsspælarunum, sum í dag royndi seg niðri í Bucarest, Pauli Mittún, hevur skrivað undir sáttmála við danska felagið, Team Sydhavsøerne.
11.03.2023 - 18:56
20 ára gamli hoyvíkingurin, sum í vetur spælir við Kristiansand í bestu norsku deildini, skal næstu trý árini vera spælskipari hjá danska felagnum, sum í løtuni spælir í næstbestu deildini.
- Eg gleði meg nógv til at gerast partur av Team Sydhavsøerne, sigur Pauli Mittún við heimasíðuna hjá komandi felag sínum.
- Eftir gott samskifti við ítróttarstjóra, venjara og kropsligan venjara eri eg sannførdur um, at hetta er rætta staðið hjá mær til víðari menning, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV