Veljarakanning broytir ikki nógv

Veljarakanning broytir ikki nógv
Framsókn hevði mist ein sess og Fólkaflokkurin fingið ein afturat. Tað er einasta broyting síðani løgtingsvalið í desember, vísir ein nýggj veljarakanning.
Nýggjasta veljarakanningin flytur ikki tað stóra, men tó hevði ein tingsessur farið frá Framsókn til Fólkaflokkin, um val var nú
Mynd: Blaðið Vikuskifti  
 
11.03.2023 - 13:18

Tað er Spyr.fo, sum hevur gjørt kanningina fyri Blaðið Vikuskifti.

Framsókn fær annars somu undirtøku sum á valinum, 7,5 prosent, men missir kortini ein av sínum trimum tingsessum.

Og Fólkaflokkurin, sum gongur 0,9 prosentstig fram, fær henda sessin.

Annars er Javnaðarflokkurin enn størstur við 25,7 prosentum, sum næstan eitt prosentstig minni enn á valinum.

Hinir stóru framgongd
Hinir tríggir stóru flokkarnir ganga allir eitt sindur fram, so Sambandsflokkurin hevur 20,3 prosent, Fólkaflokkurin 19,8 prosent og Tjóðveldi 18,2 prosent.

Sum sagt, stendur Framsókn í stað við 7,5 prosentum, og Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd og fær 6,3 prosent.

Sjálvstýrið, sum ikki bar á mál á løgtingsvalinum tann 8. desember, er enn longur frá einum tingsessi og fær bara 2,2 prosent.

6,7 prosent hava í kanningini ikki tikið støðu til, hvønn tey høvdu valt, 0,9 prosent høvdu ikki farið á val og 0,3 prosent høvdu atkvøtt blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238