Ruth Vang: Størri veiðigjald eigur ikki at koma óvart á vinnuna

Ruth Vang: Størri veiðigjald eigur ikki at koma óvart á vinnuna
Støða er ikki tikin til Russlandssáttmálan, men fiskiskapurin í norska partinum av Barentshavinum heldur fram, og tí er neyðugt við veiðigjaldi eisini næsta ár
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum og eigur uppskotið um veiðigjøldini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2023 - 18:00

Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður, heldur, at veiðigjøldini hjá skipunum, sum fiska í Barentshavinum, er ógvislig, tí tey verða tvífaldað næsta ár.

Í útvarpstíðindunum á middegi setti hann eisini spurnatekin við, um landsstýrið ætlar at halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russland næsta ár, tí nýggju gjøldini fyri flotan í Barentshavinum koma í gildi 1. januar.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, sum eigur uppskotið um veiðigjøld sigur, at tað eigur ikki at koma óvart á vinnuna, at veiðigjøldini hækka, tí tað boðaðu allir flokkar, sum nú eru í samgongu, frá í valstríðnum.

 

Akraberg er ein av trolarunum, sum fiska í Barentshavinum.

 

Greina fiskivinnusamstarvið

Ruth Vang sigur, at endalig støða er ikki tikin til fiskiveiðisamstarvið við Russland enn, tí málið verður greinað.

Men sama hvussu verður við Russlandssáttmálanum, er greitt, at føroysk skip fara at fiska í norska partinum av Barentshavinum, so eitt dagført veiðigjald skal kortini ásetast fyri Barentshavið næsta ár, sigur Ruth Vang.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10032023_Ruth_Vang_um_veidigjold

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238