Miðnám á Kambsdali: Arbeiðið dýrkað 23 milliónir

Miðnám á Kambsdali: Arbeiðið dýrkað 23 milliónir
Fyri einum ári síðani var roknað við, at út- og umbyggingin fór at kosta 71 milliónir kr.
Miðnámsskúlin á Kambsdali skal bæði umvælast og útbyggjast.
 
10.03.2023 - 18:05

94 milliónir krónur. 

Tað er upphæddin, sum Landsverk metir, at triðja byggistig av umbyggingini og útbyggingini av Miðnámi á Kambsdali fer at kosta. 

Hetta eru 23 milliónir krónur meira, enn mett var fyri einum ári síðani. Tá var roknað við, at arbeiðið fór at kosta 71 milliónir krónur.

 

Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, eigur uppskotið um at hækka upphæddina, sum var til 1. viðgerð í tinginum í gjár.

Málið er nú fíggjarnevndini.

Landsstýrismaðurin sigur, at høvuðsorsøkin til, at arbeiðið er vorðið dýrari, er prísvøksturin, sum hevur verið seinastu tíðina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Djoni_til_net


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238