- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Veðhald til Lív og makrelstuðul til línuskip
Á Breddanum: Veðhald til Lív og makrelstuðul til línuskip
Politiskt kjak verður millum limir í vinnunevndini um makrelstuðulin
10.03.2023 - 09:06
Seinasta metingin vísir, at veðhaldið hjá landinum fyri tryggingarfelagið Lív 3, er ein milliard krónur
Sambært landsroknskapinum fyri 2021 er kassin hjá Lív tómur um 14 ár. Tað merkir, at landið skal spýta fleiri 100 milliónir í tryggingarfelagið, tá kassin er tómur.
Og so er tíðin kanska farin, har línuskip fáa stuðul frá landinum gjøgnum makrelkvotur.
Limir í løgtingsins vinnunevnd fara at skifta orð um málið í útvarpsstovuni. Tey eru Árni Skaale í Fólkaflokkinum, Uni Holm Johannesen í Javnaðarflokkinum, Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Tjóðveldi.
Breddin í útvarpinum og á kvf. klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV