Formaðurin í Nýggju Borgarligu koyrdur frá

Formaðurin í Nýggju Borgarligu koyrdur frá
Lars Boje Mathiesen er eisini koyrdur úr flokkinum
Lars Boje Mathiesen fekk bara ein mánað í formanssessinum hjá Nýggju Borgarligu. Hann er eisini koyrdur úr flokkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2023 - 08:53

Lars Boje Mathiesen er koyrdur úr fólkatingsbólkinum og úr flokkinum hjá Nýggju Borgarligu í Danmark, skrivar danska TV 2.

Hann fer frá sum formaður í Nýggju Borgarligu, og fer eisini úr flokkinum.

Tað váttar Jesper Hammer, sum er næstformaður í høvuðsstýrinum hjá flokkinum, fyri TV2.

- Eg kann vátta, at Lars Boje Mathiesen verður koyrdur úr flokkinum. Tað var høvuðsstýrið samt um í gjárkvøldið, sigur Jesper Hammer.

Hann skrivar í einum telduposti, at Lars Boje Mathiesen hevur kravt at fáa umleið 350.000 kr. fluttar á privata kontu til persónlig politiskt átøk.

Lars Boje Mathiesen var valdur til formann í flokkinum 7. februar í ár, og hevur tí bara sitið ein mánað í sessinum. Hann tók við eftir Pernille Vermund, sum stovnaði flokkin.

Nú hevur flokkurin bara tríggjar fólkatingslimir eftir. Við valið í november fingu Nýggju Borgarligu seks tinglimir.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238