Landsstýrið væntar at fáa 70-100 milliónir meira í veiðigjøldum

Landsstýrið væntar at fáa 70-100 milliónir meira í veiðigjøldum
Uppskotið um broytingar í veiðigjaldslógini er farið til hoyringar
Vestmenningur er eitt av uppsjóvarskipunum. Landsstýrið skjýtur nú upp at hækka veiðigjøldini.
 
10.03.2023 - 08:20

Heimaflotin skal ikki longur sleppa undan at rinda veiðigjald fyri makrel.

Sambært uppskotinum um broytingar í veiðigjøldunum hjá fiskivinnuni hækkar gjaldið á makreli úr 1,23 kr. fyri kilo upp í 1,46 kr.

Fyri botnfisk úr Barentshavinum hækkar gjaldið úr 1,08 kr. upp í 2,16 kr.

Og veiðigjald verður lagt á lodnu og heystgýtandi sild, ávikavist 98 oyru og 89 oyru.

Veiðigjaldið fyri svartkjaft verður framvegis 31 oyru og fyri norðhavssild 89 oyru.

Uppskotið um broytingar í veiðigjaldslógin er til hoyringar nú.

Heimaflotin skal ikki longur hava undantak, vinnustuðul, sum landsstýrið kallar ókeypis kvotur.

Sipað verður til, at heimaflotin selur nótaskipum makrelrættindi.

Landsstýrið væntar, at árliga meirinntøkan frá veiðigjøldum verður millum 70-100 mió.kr.

 

Enniberg fiskar í Barenthavinum. Landsstýrið skjýtur upp at hækka gjaldið fyri botnfisk úr Barentshavinum úr 1,08 kr. upp í 2,16 kr. fyri kilo.

 

Hýrurnar verða ávirkaðar

Men partafelagsskatturin minkar, og haraftrat væntar landsstýrið, at veiðigjøldini fara at ávirka hýrur.

Hetta ger, at persónskatturin minkar 20 til 30 mió.kr.

Hoyringarfreistin er stutt, til 16.mars.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri tingið 21.mars.

Lógin skal koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Samgongan hevur sett sær fyri, at tilfeingisgjøldini hjá uppsjóvarvinnuni og hjá flotanum í Barentshavinum verða endurskoðað.

Endamálið er, at ein munandi, men rímiligur partur, av tí serstaka vinninginum, tilfeingisrentuni, sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið, sigur landsstýrið. 

 

Virðið størri enn gjøldini

Landsstýrið heldur, at virðið á veiðirættindunum er nakað størri enn gjøld, sum eru í dag, siga. 

Veiðigjaldið fyri botnfisk í Barentshavinum og við Svalbard verður dagført, so tað meira stendur mát við virðið á tí býti, sum Føroyar gera við Russland, um atgongd til botnfisk í Barentshavinum.

Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk.

Sambært uppskotinum hækka veiðigjøldini í 2026 tvey prosentstig.

Tað verður gjørt, so inntøkan ikki minkar, tá ið uppboðsølukvotur í 2026 og 2027 fara frá at rinda veiðigjald, sigur landsstýrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238