Atgongumerkini til Ukraina-dystin seld upp á nakrar tímar

Atgongumerkini til Ukraina-dystin seld upp á nakrar tímar
Høllin á Hálsi í Havn verður á kjafti við fólki, tá ið føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla kanska avgerandi dystin móti Ukraina um at sleppa til EM-endaspælið
17 ára gamli Óli Mittún var stórspælandi móti Rumenia og skoraði fimm mál.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2023 - 22:58

Mikukvøldið vann manslandsliðið í hondbólti ein stórfingnan 28-26 sigur á Rumenia í Høllini á Hálsi í Havn og tók harvið eitt søguligt stig á leiðini fram móti EM-luttøku. 

Høllini á Hálsi í Havn var á gosi eftir sigurin, og ovfarakætið hevur nú breitt seg út til restin av fólkinum. 

Áhugin fyri at sleppa at síggja Elias, Hákun, Óla og hinar landsliðshetjurnar spæla spennandi heimadystin móti Ukraina er so stórur, at Hondbóltssambandið longu nú kann boða frá, at øll atgongumerkini eru seld. 

Føroyska landsliðið er farið til Rumenia, og útidysturin ímóti rumenum verður leygardagin.

 

Bólkur 4 Dystir Vunnir Javnir Taptir Málmunur Stig
1. Eysturríki 2 2 0 0 66 : 60 4
2. Rumenia 3 1 0 2 92 : 90 2
3. Føroyar 3 1 0 2 81 : 85 2
4. Ukraina 2 1 0 1 55 : 59 2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109