Atlantic: Ikki nóg trygt at flúgva til Moldova

Atlantic: Ikki nóg trygt at flúgva til Moldova
Flogfelagið fer ikki at flúgva fótbóltslandsliðið til grannalandið hjá Ukraina
Atlantsflog fer ikki at flúgva fótbóltslandsliðið beinleiðis til Moldova.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2023 - 17:00

Tá føroyska fótbóltslandsliðið fer til Moldova, har dystur verður spældur 24. mars, verður fyrst flogið til Danmarkar við Atlantic Airways, og síðani víðari til Moldova við einum útlendskum charter-felagi.

Vanliga flýgur Atlantic føroyska fótbóltslandsliðið allan vegin úr Føroyum til plássið, har dystur er í Evropa, men í hesum føri hevur Atlantic Airways valt at siga Fótbóltsambandinum, at tað má finna eina aðra loysn. 

 

Landsliðið í fótbólti. (Mynd: FSF)

 

Flogfelagið metir ikki, at tað er nóg trygt at flúgva til Moldova, sum er grannaland hjá Ukraina. Eisini er talan um ein tryggingarspurning, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09032023_Atlantic_og_Moldova

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512