Viðgjørdu verjusemjuna og eftirlitsradaran

Viðgjørdu verjusemjuna og eftirlitsradaran
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri, hava havt fund í Keypmannahavn
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri.
 
09.03.2023 - 15:30

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hitti í dag Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharra.

Á skránn fyri fundin vóru millum annað komandi verjusemjan hjá donsku stjórnini og ætlanirnar at seta upp lofteftirlitsradara á Sornfelli.

- Føroyskir myndugleikar - Løgting og landsstýri - eiga at vera partur av øllum avgerðum, sum viðvíkja trygd og verju um okkara leiðir, sigur Høgni Hoydal.

Og hann heldur fram: 

- Í tí sambandi er eisini neyðugt við samstarvi millum føroysku og donsku stjórnirnar, og fundurin í dag legði lunnar undir hesa tilgongd, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Næsti fundur millum Høgna Hoydal og Troels Lund Poulsen verður eftir ætlan í Føroyum í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238