Fáa slakar 90 milliónir meira í tøkugjaldi í ár

Fáa slakar 90 milliónir meira í tøkugjaldi í ár
Sambært uppskotinum hevði nýggja gjaldið í ár givið 490 mió. kr., um tað hevði havt gildi alt 2023, ella 213 milliónir meira enn galdandi tøkugjald
Landsstýrismaðurin í vinnumálum skjýtur upp at hækka tøkugjaldið í alivinnuni. (Savnsmynd)
 
09.03.2023 - 13:22

Nýggja loyvisgjaldið hevði givið slaka hálva milliard í ár, um lógin kom í gildi 1. januar.

Uppskotið um loyvisgjald á alivinnuna er gjørt og sent til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum er, at alifyritøkurnar skulu rinda lutfalsliga meira í loyvisgjaldi, tá laksaprísurin er høgur, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Meginreglan er framvegis, at hægri prísurin er, tess hægri er loyvisgjaldið. 

Ásett er eisini, at framleiðslukostnaðurin skal útroknast árliga. 

Frameftir verður minstagjaldið, sum er hálvt prosent, bara goldið, tá miðal altjóða marknaðarprísurin er lægri enn framleiðslukostnaðurin. 

Er prísurin hægri enn framleiðslukostnaðurin, byrjar skipanin við stigvísum hækkingum.

Framleiðslukostnaðurin at nýta fyri 2023, - hann byggir á roknskapartøl frá 2021 - er útroknaður til at vera 39 kr. og 15 oyru fyri kilo.

 

Høgni Hoydal er landsstýrismaður í vinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

213 milliónir meira

Sambært uppskotinum hevði nýggja gjaldið í ár givið 490 mió. kr., um tað hevði havt gildi alt 2023, tað eru 213 milliónir meira enn gjaldið, sum nú er. 

Men av tí at gildiskoman eftir ætlan verður 1. august 2023, verður talan um umleið 88,7 mió. kr. í meirinntøku í ár.

Tá landið ger av at hækka loyvisgjaldið á alivinnuna, er neyðugt at gera tað á ein skynsaman hátt, so alivinnan eisini í framtíðini verður ein av høvuðssúlunum undir føroyska búskapinum, sigur Høgni Hoydal. 

- Gjaldið skal síggjast sum eitt gjald á tann serstaka vinningin, sum vinnulig serrættindi hava við sær, sigur landsstýrismaðurin. 

 

Bakkafrost á Glyvrum. Landsstýrið metir, at hóast gjaldið hækkar, megnar vinnan framvegis at gera íløgur, sum eru neyðugar fyri at tryggja áhaldandi vøkstur. 

 

Vinnan megnar framvegis at gera íløgur

Hóast talan kann vera um munandi hækking, metir landsstýrið kortini, at betri parturin av tilfeingisvirðinum framvegis verður hjá alifyritøkunum. 

Landsstýrið metir, at hóast gjaldið hækkar, megnar vinnan framvegis at gera íløgur, sum eru neyðugar fyri at tryggja áhaldandi vøkstur. 

Sambært uppskotinum fáa kommunurnar 10 prosent av gjaldinum, tó í minsta lagi 25 mió. kr. og í mesta lagi 50 mió kr. 

Alifyritøkur draga loyvisgjaldið frá skattskyldugu inntøkuni.

Hoyringarfreistin er til 16.mars.

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.august í ár


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049