Rannvá Magnadóttir er ársins Brita

Rannvá Magnadóttir er ársins Brita
Treystið og dirvið hjá ársins Britu hevur verið við til at flutt mørk og gjørt okkum meira búgvin sum samfelag, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna
Rannvá Magnadóttir er ársins Brita.
 
09.03.2023 - 09:54

Ársins Brita er Rannvá Magnadóttir.

Tað bleiv avdúkað á 8.mars-tiltakinum í Fuglafirði í gjárkvøldið.

- Ársins Brita var tann fyrsta í eini røð av kvinnum í Føroyum, sum sýttu fyri gerast offur fyri talgildum harðskapi, tá ein listi við nøvnum á kvinnum í sonevndu Golden Maps var í umferð, segði dómsnevndin í grundgevingini, tá Rannvá Magnadóttir fekk heiðurin at vera ársins Brita.

 

Rannvá Magnadóttir og Ingilín D. Strøm.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, segði á tiltakinum í gjárkvøldið, at treystið og dirvið hjá ársins Britu hevur verið við til at flutt mørk okkara og gjørt okkum meira búgvin sum samfelag. 

Rannvá Magnadóttir segði sína søgu í einum innslagi í Degi og viku saman við øðrum kvinnum, ið høvdu verið út fyri tí sama. 

20220519_GOLDEN_MAPS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512