- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um størri játtan til filmsafturbering

Uttanríkis- og vinnumálaráðið biður fíggjarnevndina hjá løgtinginum hækka játtanina til filmsafturbering upp í 1,6 mió. kr.
Nú er hon 200.000 kr.
200.000 kr. eru ikki nóg nógv til endurgjald til filmsverkætlanir í ár, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Ein ítøkilig filmsverkætlan hevur við sær arbeiði í Føroyum fyri 6,3 mió. kr.
Endurgjaldið úr landskassanum er ein fjórðingur, 1,6 milliónir.
Tilsøgn komin um 7,8 mió. kr.
Filmurin hevur fingið tilsøgn um 7,8 mió. kr. frá Det Danske Filmsinstitut. Tilsøgnin er tó treytað av afturbering úr Føroyum.
Ætlanin er at taka filmin upp í mai-juni í Suðuroynni, og hann verður liðugur í desember í ár.
Útgjald fyri afturbering verður í fyrsta lagi í august ella september, tá ið roknskapurin hjá filminum er grannskoðaður.
Vónirnar eru góðar um altjóða frumsýning á Berlin í 2024, tí filmurin er mentur í samstarvi við filmsstevnuna har, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.