Lógaruppskot um Suðuroyartunnilin kemur í næstum

Lógaruppskot um Suðuroyartunnilin kemur í næstum
Biðið verður um 10 milliónir kr. í ár og 10 milliónir næsta ár, so forkanningarnar kunnu gerast lidnar
Miðað verður eftir, at neyðugu kanningarnar eru lidnar næsta ár, og tá kann avgerðin takast, sigur løgmaður. (Savnsmynd)
 
09.03.2023 - 08:19

Í vár verður settur ein politiskan fylgibólkur, sum skal fáa kunning um arbeiðið at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Tá avgerðin nærkast um Suðuroyartunnilin, vera politiskar samráðingar um hana, sigur løgmaður við fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Miðað verður eftir, at neyðugu kanningarnar eru lidnar næsta ár. Tá kann avgerðin takast.

 

Lógin kemur í næstum

Løgmaður sigur, at uppskot um lóg um partafelagið Suðuroyartunnil verður lagt fyri løgtingið í næstum.

Sambært tí skal felagið fáa atgongd til tilfar og kanningar hjá Landsverki.

Biðið verður um 10 mió. kr. í ár og 10 milliónir næsta ár, so forkanningarnar kunnu gerast lidnar.

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238