Fosturtøkulógin eigur at verða herd

Fosturtøkulógin eigur at verða herd
Neyðtøka skal ikki geva undantak frá forboðnum fyri fosturtøku, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Steffan Klein Poulsen er løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2023 - 14:21

Talið á fosturtøkum er støðugt minkandi.

Seinastu 20 árini hava 662 fosturtøkur verið framdar í Føroyum.

Nógv færri vóru tó frá 2012 til 2021 enn frá 2002 til 2011

Talið minkaði úr tilsamans 400 niður í 262 hesi 10 ára skeiðini.

Lógin um fosturtøku er frá 1956, og breið semja er um, at hon treingir til at dagførast.

Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum heldur, at lógin eigur at herðast. Eitt nú skal neyðtøka ikki geva undantak frá forboðnum fyri fosturtøku.

Steffan Klein Poulsen var í kjaki í Breddanum fyrrapartin um fosturtøkulógina:

 

08032023_Steffan_um_fosturtoku


Sambært Dianu Reynstind, serlækna, vóru tríggjar av 21 fosturtøkum í 2019 framdar, tí talan var um neyðtøku. 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772