Lønarhækkingar: Starvsfólk í umsorganarstørvum verða raðfest

Lønarhækkingar: Starvsfólk í umsorganarstørvum verða raðfest
Løgmaður svaraði ófráboðaðum fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen í tinginum fyrrapartin
Løgmaður sigur, at tey, sum arbeiða á umsorganarøkinum, verða raðfest í samráðingunum, tí at tað er tiltrongt og fyri at royna at nøkta starvsfólkatørvin á hesum arbeiðsøki. (Savnsmynd)
 
08.03.2023 - 13:20

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at lønarsamráðingar, sum arbeiðsmarknaðurin bíðar eftir, byrja um nakrar dagar, og í seinasta lagi um tvær vikur.

Hann sigur eisini, at tey, sum arbeiða á umsorganarøkinum, verða raðfest.

Tað kom fram, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru í løgtinginum í fyrrapartin.

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vildi hava at vita, hví tað dregur út at fáa gongd á samráðingarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07032023_Lonarlyft_og_Aksel

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238