Várfrágreiðingin: Onki haldføri og minus á botnlinjuni

Várfrágreiðingin: Onki haldføri og minus á botnlinjuni
Tað var fult hús í Smæruni í Havn, tá formaðurin Búskaparráðum legði fram várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum
03.03.2025 - 20:41

Føroyski búskapurin hevur tað gott, men hóast tað, megnar politiska skipanin hvørki at fáa pluss á botnlinjuna ella haldføri í búskapin

Búskaparráðið hevur sum vanligt síni tilmæli. Summi hava vit hoyrt fyrr og onnur eru nýggj. Eitt nú er tørvur á nýskipanum í almenna geiranum 

Tá talan er um íløður má politiska skipanin raðfesta. Júst hvussu raðfestast skal hevur Búskaparráðið ikki nakra ítøkiliga viðmerking til

Fíggjarpolitiska regluverkið er framvegis ikki ein veruleiki, men um búskapurin skal vera sunnur, sigur Búskaparráðið, so má tað til.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang er tó bjartskygt um at fáa vent gongdini.

Fáa vit hækkað pensjónsaldurin, so er ein stórur partur av trupulleikanum loystur, sigur hon.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389