- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt hundrað milliónir krónur í landskassan
Stórt hundrað milliónir krónur í landskassan
Tá Føroya banki fer at lata vinningsbýti fyri 2024, fær landskassin 122,5 mió. kr. í sín part

Føroya banki letur 350 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2024.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.02.2025 - 05:53
Tá Føroya banki fer at lata vinningsbýti fyri 2024, fær landskassin 122,5 mió. kr. í sín part.
Landið eigur 35 prosent av Føroya banka.
122,5 milliónir eru stórur partur av tí, sum landið væntar at fáa í vinningbýti frá almennum partafeløgum ella feløgum, landið eigur í, í ár.
Í fíggjarlógini fyri 2025 eru 150 milliónir krónur í vinningsbýti, fyrst og fremst frá Føroya banka og Føroya Tele.
Men eisini er roknað við, at Tjaldur og Smyril Line geva vinningsbýti.
Landið hevur bundið seg til ikki at taka móti vinningsbýti frá Atlantic Airways til og við 2024.
Í fíggjarlógini er roknað við sjey milliónum í vinningsbýti frá almennum grunnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV