Vitlíki í leysum lofti

Vitlíki í leysum lofti
Eingin hevur ábyrgdina av vitlíki í Føroyum, tí tað kemur ikki undir nakað málsøki. Tað eiga vit at broyta sum skjótast, tí vitlíki verður meir og meir brúkt.
27.12.2024 - 19:41

Martin Mohr Olsen og Tróndur Hentze Sørensen hava gjørt eina poddvarprøð, sum eitur Vitlíki, har teir tosa um vitlíki í Føroyum, tí teir halda at har er ov lítil vitan um vitlíki í Frøoyum bæði politiskt men eisini millum fólk annars.Teir vísa á, at sum nú er, hevur ongin ábyrgd av vitlíki í Føroyum, tí tað kemur ikki undir nakað málsøki. Fleiri almennir stovnar eru samdir í at vitlíki skal leggjast fram sum eitt serstakt málsøkið og 24. september í ár sendu Talgildu Føroyar saman við Almannaverkinum, Kommunufelagnum, Vinnuhúsinum, Fróðskaparsetrinum, Undirvísingarstýrinum, Sjúkrahúsverkinum, TAKS og Gjaldstovuni eina áheitan til Føroya landsstýrið, har tey heittu á politisku skipanina at taka støðu til hetta. Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, heldur at politiska skipanin skal taka støðu til vitlíki so skjótt sum til ber.  

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946