Nýggj byrjan fyri Árnafjørð

Nýggj byrjan fyri Árnafjørð
Fyri tíð síðan var eitt fjall av tunnilsgróti omanfyri Árnafjørð, men nú tunlarnir lata upp, sær gott út. Hetta er ein nýggj byrjan fyri Árnafjørð, sigur Atli Justinussen
19.12.2024 - 13:35

 - Ein nýggj byrjan fyri Árnafjørð.

Tað sigur Atli Justinussen, árnfirðingur, nú tunlarnir norður um Fjall lata upp.

Góð 60 fólk búgva í Árnafirði, sum nú hevur ikki minni enn fýra tunnilsmunnar omanfyri bygdina.

 - Hetta hevur verið spennandi at bíða eftir og strævið fyri øll, sum hava ferðast aftur og fram, sigur Atli Justinussen.

 

Eitt fjall av tunnilsgróti

Nýggj kaj er gjørd, og bátahylurin umvældur, síðan gongd kom á borðingina fyri nøkrum árum síðani. Omanfyri bygdina lá nógv grót í tunlunum.

 - Her lá eitt fjall av eini arðari verð, tá tað stóð upp á tað størsta. sigur Atli Justinussen.

 - Alt grótið varð tikið út og stáplað upp her, og síðan er grót koyrt í Kunoynna, norður í Sund, til Viðareiðis og í norðhavnina, sigur býráðslimurin í Klaksvík.

 - Sum tað sær út, eru vit nokk í Guiness Record Book. Eg vænti ikki, at tað eru nógv stóð í heiminum, sum hava fýra tunnilsmunnar, men tað hevur Árnafjørður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008