FNU: Fólk og felagsskapir eiga at fáa lógarfestan rætt til at verða hoyrd

FNU: Fólk og felagsskapir eiga at fáa lógarfestan rætt til at verða hoyrd
Føroya Náttúrur- og Umhvørvisfelag skilir væl, at sandoyingar ikki kenna seg hoyrdar í sambandi við vegaføringina til Suðuroyartunnilin. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki
17.12.2024 - 08:00

Mikudagin vórðu 1.224 undirskriftir handaðar løgmanni, har fólk mótmæla núverandi linjuføringar til Suðuroyartunnilin, sum ganga ígjøgnum Sandsbygd.

Sandoyingar vilja, at so nógv sum møguligt verður gjørt fyri at leggja linjuføringina uttan fyri bygt øki, og tey kenna seg ikki vera hoyrd í hesum máli.

Á borgarafundi á Sandi mánakvøldið vóru tey ørkymlaði, hví ein politisk semja er gjørd um størstu verkætlanina í Føroyum nakrantíð, uttan at árinsmetingar eru gjørdar, uttan at møguligar friðingar hava verið umrøddar og uttan at tað hevur verið tosað við kommurnar á Sandi ella í Húsavík.

Tá løgmaður fekk undirskriftirnar handaðar mikudagin, dugdi hann ikki at siga, hví Sands kommuna ikki hevur verið hoyrd í málinum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

FNU kennir trupulleikan aftur

Jón Kragesteen frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag dugir væl at skilja, hví sandingar eru ørkymlaði og kenna seg ikki hoyrd í hesum máli.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at einstaklingar og felagsskapir ikki verða hoyrd.

FNU sóknast eftir, at sonvndi "Århussáttmálin" verður settur í gildi í Føroyum. Sáttmálin snýr seg um, at einstaklingar og felagsskapir skulu hava rætt til innlit, hoyringar og viðmerkingar, tá ið talan er um umhvørvisspurningar. 

Jón Kragesteen heldur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, tí í tilgongdini at fyrireika Eysturoyartunnilin, so sluppu tey, sum ikki áttu lendi, ikki til orðanna.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878