Orð skapa veruleika

Orð skapa veruleika
Við tunnilsmunnarnar til ætlaða Suðuroyartunnilin fara at vera grótrúgvur, sum P/F Suðuroyartunnilin nevnir lendisbetran. Hetta skurrar í oyrunum á Kolbrún í Haraldsstovu
29.11.2024 - 19:15

Í samband við verkætlanina um ein møguligan Suðuroyartunnil, so skal greiða fáast á, hvar grótgoymslurnar skulu liggja. Millum annað verður arbeitt við uppskoti um staðseting av gróti í Djúpadali og í Sandvík. 

Sambært uppskotinum til løgtingslóg um Suðuroyartunnil, skal umleið ein millión rúmmetrar av gróti liggja í Sandvík, og umleið ein millión rúmmetrar av gróti typpast í Djúpadal á Sandoynni.

Hetta verður nevnt "lendisbetran", og tað skurrar í oyrunum á Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørði á Tjóðsavninum.

Kolbrún sigur, at orð skapa veruleika, og orð kunnu soleiðis beinleiðis ávirka fatanina hjá fólki um eitt ávíst evni - í hesum føri orðið "lendisbetran".

Hon skilir ikki, hví P/F Suðuroyartunnilin tilevnar sær orðið "lendisbetran", tá tað snýr seg um stórar grótrúgvur í náttúruni.

Tá Sandoyartunnilin varð gjørdur, stóðst nógv kjak av, hvat grótið skuldi brúkast til. Uppskot vóru frammi um eitt nú bakkaverju í Kirkjubø, nýtt vinnuøki á Gomlurætt ella undirlag til ein flogvøll á Glyvursnesi. Men einki av hesum bar á mál - og tí bleiv grótið tyrvt í haganum á Velbastað.

Her skuldi grótið gera landbúnaðarlendið betur egnað enn áðrenn, sum tað stendur í avtaluni millum Búnaðarstovuna og felagið Eystur- og Sandoyartunlar. 

Nú hevur Tórshavnar kommuna yvirtikið økið, men kommunan hevur ongar ætlanir at gera økið grønt aftur, og tí stendur grótrúgvan ber í landslagnum.

Tjóðsavnið brúkar eisini eitt orð fyri náttúruendurbøtandi átøk í Føroyum, og tað orðið er "lendisbati", og Kolbrún hevur eina greiða fatan, hvussu grót kann brúkast, tá tað kemur til lendisbata.

Hon heldur eisini, at tá ein so stór verkætlan sum Suðuroyartunnilin verður sjósett, so eigur man at taka størri atlit til náttúruna. Lívfrøðingurin saknar eisini, at stovnar, sum vara av náttúruni, eru við í tilgongdini til hesa verkætlan frá byrjan - og eisini hvussu orð verða tilevnað í stóru verkætlini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Gudstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519