Vestmanna: Bert tvær kvinnur á listanum

Vestmanna: Bert tvær kvinnur á listanum
Í Vestmanna hava kvinnurnar átt stóran leiklut í bygdarráðsarbeiðnum í nógv ár, og fleiri kvinnur hava sitið sum borgarstjórar. Hesa ferð eru bert tvær kvinnur á listanum
12.11.2024 - 17:17

Kvinnurnar hava havt ein ógvuliga virknan leiklut í bygdarráðsarbeiðnum í Vestmanna í nógv ár.

Fleiri kvinnur hava sitið sum borgarstjórar, og hetta síðsta skeiðið hevur Bjørg á Rógvi mannað júst tann sessin.

Men nú leggur hon frá sær, og á listanum hesa ferð eru bert tvær kvinnur.

Var tað ein løtt avgerð at taka ikki at stilla upp aftur?

 - Nei, tað var tað... hví skalt tú spyrja meg um tað, spyr Bjørg á Rógvi. Hon heldur, at sosialu miðlarnir eru partur av grundini.

 - Tað er útstillingin á sosialu miðlunum. Kvinnur tíma ikki sovorðið. Tað havi eg ein varhuga av. Tær tíma ikki at verða útstillaðar, sigur Bjørg á Rógvi.

Ingi Olsen, sum heldur ikki stillar upp aftur hesa ferð, heldur, at kvinnulistar kunnu gera, at fleiri kvinnur stilla upp.

 - Kvinnulistarnir hava møguliga gjørt tað, at tær hava ein lista at savnast um, har menninir slett ikki skulu upp á. Eg havi eina teori um, at tað kanska hevði hjálpt eitt sindur, sigur Ingi Olsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168