FJORD er ársins íverkseti

FJORD er ársins íverkseti
Fyritøkan selur litríkar brúksvørur við íblástri úr føroyskari mentan og náttúru
01.11.2024 - 19:25

Ársins íverksetaradagur, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, varð hildin í Løkshøll í Rúnavík í gjár. Har varð greitt, at fyritøkan FJORD úr Fuglafirði varð kosin Ársins íverkseti. Suffía Nón er stjóri í fyritøkuni.

Tað var Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum kunngjørdi Ársins íverkseta 2024. Hann segði millum annað soleiðis um fyritøkuna FJORD:

”Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, er sprottin úr einum kreativum hugskoti, sum hevur vundið uppá seg til støðuna í dag, har fyritøkan selur ein hóp av litríkum brúksvørum í Føroyum og uttanlands. Vøruúrvalið hjá ársins íverkseta hevur íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvørvinum, ið stovnarin er uppvaksin í. Tað kreativa og litríka ger vøruna til nakað serligt, og fyritøkan er vorðin alt meira kend í Føroyum og uttanlands.”

FJORD hevur hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía Nón, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Breddin: Tøkugjald og Trump
183238
Hósdag 7. november
Brot úr Føroya søgu
183234
Hósdag 7. november
Morgunlestur hósdagur 7. november 2024
183013
Mikudag 6. november
Skratsj 6. novembur 2024
183207
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125