Kamala Harris ynskt Trump til lukku við valinum

Kamala Harris ynskt Trump til lukku við valinum
Stóru bløðini í USA skriva, at Joe Biden er høvuðsorsøkin til, at demokratarnir taptu forsetavalið, tí hann tók seg ikki aftur sum valevni í nóg góðari tíð
Kamala Harris viðurkendi ósigurin, og hevur ynskt Trump til lukku.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.11.2024 - 10:30

Tað var ein takksom Kamala Harris, sum í gjár trein á pallin í Washington D.C., høvuðsstaðnum í USA. 

Hon var takksom, men hon viðurkendi eisini ósigurin, og at Donald Trump nú verður forseti í USA. Og hon sáddi ongan iva um valsúrslitið, skrivar danska kringvarpið.

- Úrslitið bleiv ikki, sum vit vónaðu, arbeiddu fyri og atkvøddu fyri, segði hon. 

Kamala Harris segði seg hava tosað við Donald Trump og ynskt honum til lukku við sigrinum. 

Valið gjørdist ikki so javnt, sum spátt var frammanundan, tí Donald Trump vann allar sveiggj-statirnar, sum vóru mettir at vera avgerandi fyri at vinna valið. 

Stóru bløðini í USA eru ikki í iva, hvør orsøkin til ósigurin hjá demokratunum er. Hon liggur á einum manni: nevniliga Joe Biden, sum ikki megnaði at síggja egnar forðingar og taka seg aftur sum valevni í nóg góðari tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749