KT-álopið á Klaksvíkar kommunu hevur higartil kostað umleið fýra milliónir

KT-álopið á Klaksvíkar kommunu hevur higartil kostað umleið fýra milliónir
Grannskoðanin hjá Klaksvíkar kommunu ávaraði fleiri ferðir um, at kt-trygdin ikki var í lagi
Álopið á kt-kervið hjá Klaksvíkar kommunu hevur tó higartil fingið tað eftirspæl, at ein fyritøka við sergrein í kt-trygd er sett at lýsa málið.
 
07.11.2024 - 08:08

Ábygdin av manglandi kt-trygd í Klaksvíkar kommunu peikar alsamt meira inneftir í kommununa sjálva.

Nýggjastu grannskoðaraprotokollirnar geva greiðar ábendingar um, at kt-trygdarpolitikkurin hjá kommununi var ikki í lagi, tá kommunan í september var álopin av teldusníkum, sum løgdu at kalla alla kommununa lamna, og síðani noyddu kommununa at rinda umleið 800.000 krónur í loysigjaldi.

So seint sum í vár, ella tíðliga í summar, tá grannskoðanin fyri 2023 var gjørd og skrivað, staðfestir grannskoðarin, at tað framvegis dregur út við at orða kt-trygdarpolitikkin, sum hevur verið leingi á veg. 

Eisini staðfestir grannskoðarin, at váðameting og tilbúgvingarætlan framvegis mangla. Men ætlanin er at fara í holt við tað, tá trygdarpolitikkurin er settur í verk. 

 

Klaksvíkar kommuna. 

 

Átók sær sjálv uppgávuna

Fyrra hálvár í 2023 valdi Klaksvíkar kommuna sjálv at átaka sær uppgávuna at tryggja dáturnar í kt-skipanunum hjá kommununi - bæði at verja tær fyri álopum og taka trygdaravrit av teimum. Ein uppgáva, sum frammanundan hevði ligið hjá kt-fyritøkuni NEMA.

Tann støðan hevði við sær, at NEMA 7.oktober - fýra dagar eftir at Klaksvíkar hevði hildið tíðindafund um kt-álopið - valdi at kunna allar sínar vinnukundar um trygdarstøðuna.

Í tí kunningini skrivar NEMA soleiðis: "Tað er týdningarmikið at leggja aftrat, at kommunan, ið nýliga var álopin, ikki er í okkara hýsing. Tey hava egna hýsing við egnari umsiting. Tað merkir, at hóast tey brúka skipanir frá NEMA, hava vit onga ávirkan á teirra trygd."

Klaksvíkar kommuna hevur higartil ikki vilja gjørt viðmerkingar til sítt samstarv við NEMA um kt-trygd.

 

Møgulig uttanhýsis kanning

Umfatandi álopið á kt-kervið hjá Klaksvíkar ommunu hevur tó higartil fingið tað eftirspæl, at ein fyritøka við sergrein í kt-trygd er sett at lýsa málið, og seinni skal býráðið eisini taka støðu til, um ein uttanhýsis kanning skal setast í verk.

Og so er tað rokningin...

Higartil hevur býráðið biðið um 3,8 milliónir krónur í eykajáttan til at rinda fyri tær útreiðslur, sum álopið á kommununa hevur havt við sær. Sum Kringvarpið skilir, er málið um tær 3,8 milliónirnar í eykajáttan viðgjørt fyri afturlatnum hurðum - tað vil siga á býráðsfundi, har almenningurin ikki sleppur framat. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Brot úr Føroya søgu
183234
Hósdag 7. november
Morgunlestur hósdagur 7. november 2024
183013
Mikudag 6. november
Orðaval - ensk ávirkan á føroyskt
183203
Mikudag 6. november
Skratsj 30. oktobur 2024
183185
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125