- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraráðið í høvuðsstaðnum skal endurskoðast
Eldraráðið í høvuðsstaðnum skal endurskoðast
Eitt samt býráð atkvøddi í gjár fyri at útseta valið til eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skuldi vera 11. oktobur, tí viðtøkurnar fyri ráðið skulu endurskoðast
20.09.2024 - 19:35
Valið til eldraráðið í Tórshavnar kommunu er útsett, tí ov fá stillaðu upp. Tað bleiv samtýkt á býráðsfundinum í gjár, eins og tað varð avgjørt, at endurskoða viðtøkurnar fyri eldraráðið í høvuðsstaðnum.
Eitt ráð, sum sambært forkvinnuni, tosar fyri deyum oyrum. Tað segði Katrin Holm m.a. í gjár, sí innslag her
Betri stendur til hjá eldraráðnum fyri Norðoyggjar, har tey hava skipað seg øðrvísi, sigur Gunvør Sigurðsson, forkvinna.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar kommunu, vitjaði í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV