- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vigdis Johannesen: Forkvinna í eitt lívsskeið
"Eg havi ongantíð skilt, at arbeiðsfólk skulu vera øðrvísi viðfarin". Soleiðis sigur Vigdis Johannesen, sum júst hevur lagt frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag eftir 30 ár.
Tað var ikki ætlanin at stilla upp. Tvørturímóti var tað nærum av tilvild, at hon eftir áheitan frá táverandi forkvinnu stillaði upp.
"Hvørki hon ella eg væntaðu, at eg bleiv vald"
Vigdis Johannesen, fyrrverandi forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
"Tíverri var eg vald", hugsaði hon tá limirnir á einum aðalfundi á Hotel Hafnia valdu hana til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag. 30 ár eru tó liðin, síðani hesin aðalfundurin var. Og nú hevur Vigdis Johannesen loksins valt at lagt frá sær sum forkvinna.
Ernast er hon av, at tað eydnaðist at fáa sáttmála við tað almenna. Og hóast hon nú er givin sum forkvinna, so eru enn mál, sum hon vónar, gerast veruleiki í framtíðini. Eitt nú arbeiðsútbúgvingarskipanir, sum onnur lond hava sett í gildi, men sum enn vantar her heima.
Her er eitt portrett av stríðskvinnuni.