- Tíðindi, mentan og ítróttur
HM-vónir: Mugu vinna á heimavølli
- Vit mugu vinna, um vit skulu hava kjansin samanlagt. Eingin ivi um tað.
So avgjørdur er venjarin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Peter Bredsdorff-Larsen. Hann tosar um hin fyrra av tveimum play-off dystum ímóti Norðurmakedónia, sum verður í høllini á Hálsi mikukvøldið.
Í Skopje er mótstøðuliðið krútsterkt, og tí verður avgerandi at hava eitt gott úrslit við í viðførinum.
- Tað verður torført, men vit hava spælt okkum til fleiri góð úrslit á heimavølli, har vit kenna okkum tryggar og vita, hvat vit standa fyri, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Verjuspælið á breddanum
Við spælarum sum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og Óla Mittún á liðnum, skorar Føroyar mestsum altíð nógv mál. Tí er verjuspælið mangan á breddanum, og so var eisini mánadagin fyrrapart.
- Vit skulu menna eitt verjuspæl, har vit geva norðurmakedónarum teir kjansir, sum vit vilja, teir skulu fáa, sigur landsliðsvenjarin.
- Vit vilja helst, at teir sleppa at skjóta úti frá undir trýsti. Teir skulu sjálvandi ikki fáa frítt skot - til tað eru teir ov góðir - men soleiðis kunnu vit eisini steðga teirra spæli inn á strikuna, sum kann gerast ein stór avbjóðing.
Elias verður við
Í álopsspælinum er Elias Ellefsen á Skipagøtu lyklaspælari. Spælskiparin, sum kom til Føroya seinnapartin mánadagin, fekk ein knæskaða fyri tveimum vikum síðan, men sunnudagin spældi hann eitt korter og skeyt tvey mál fyri Kiel í landskappingardysti.
- Elias er til reiðar at spæla mikudagin, váttar Peter Bredsdorff-Larsen.
- Hvussu nógv hann skal spæla, mugu vit finna útav. Hann skal helst halda til seinna dystin eisini.