Eru pengar í innvølum?

Eru pengar í innvølum?
Landsstýrismaðurin sær nógvar pengar í tí, sum fiskimaðurin í dag blakar aftur í havið. Fiskimaðurin og reiðarin síggja hinvegin bara eyka arbeiði uttan at fáa nakað afturfyri
02.04.2024 - 19:27

Nú skal alt av fiski takast í land.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sær stórar møguleikar og nógvar pengar í tí at taka livrar, garnar, høvd, rogn, innvølir, skræðu og avskurð av fiski í land.

Landsstýrismaðurin hevur sent kunngerð til hoyringar, um at longu frá 1. juni í ár skal 20 prosent av tí, sum annars verður blaðkað út í havið av skipi, takast í land í Føroyum, og um seks ár, skal alt av fiski takast í land.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum línuskipum halda, at hetta kann oyðileggja vinnuna.

Dennis Holm væntar, at við tíðini fara føroyskir fiskimenn og reiðarar eisini at fáa pening fyri hesa vøruna

Men teir, sum til dagligt eru í vinnuni, halda tað ikki vera so ljósareytt, sum tað ljóðar at vera hjá landsstýrismanninum.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331