- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjórði hvør svartkjaftur landaður uttanlands
Higartil í ár eru 164.000 tons av svartkjafti fiskað av føroysku kvotuni. Av hesum eru 42.000 tons landað uttanlands. Tað svarar til 26 prosent.
Frá 12. januar til 29. februar høvdu føroysku nótaskipini undantaksloyvi at landa uttanlands. Men tað sleppa tey ikki nú
- Í Fuglafirði er eingin bíðirøð at sleppa framat at landa, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.
Í dag hevur Fagraberg landað 2800 tons av svartkjafti.
Avlagar kappingina
Tá ið skipini ikki sleppa at landa uttanlands, er tað bara Havsbrún, sum tekur ímóti í Føroyum.
- Hetta avlagar kappingina, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip.
Odd Eliasen sigur, at sjálvt um teir standa í eini serstøðu, so bjóða teir kappingarførar prísir.