- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága Floghavn ikki góðkend til Boeing 757-200
Mánadagin var hátíðardámur í Vágum, tá flogfarið av slagnum Boeing 757-200 hjá FarCargo lendi á flogbreytini. Men Vága Floghavn er ikki góðkend til at taka ímóti einum so stórum flogfari.
Boeing 757-200 flogfarið hjá FarCargo hevur eina veingjavídd, sum er 41 metrar. Vága Floghavn hevur bara loyvi at taka ímóti flogførum, sum hava eina veingjavídd, sum er 36 metrar.
Henrik Ellermann, skrivstovustjóri í Trafikstyrelsen, sum er mynduleiki á økinum, sigur soleiðis við Kringvarpið:
-Vagar Lufthavn er på nuværende tidspunkt ikke teknisk og sikkerhedsmæssigt godkendt til at større fly, med et vingefang på over 36 meter, kan benytte lufthavnen.
Tað er svenska felagið West Atlantic, sum rekur flogfarið fyri FarCargo. Trafikstyrelsen upplýsir fyri Kringvarpinum, at tey sum myndugleiki hava bara givið West Atlantic loyvi at flúgva til Føroyar við flogførum, sum lúka treytirnar fyri at lenda í Vágum. Og ein treyt er also, at veingjavíddin er í mesta lagi 36 metrar.
Biður um frágreiðing
Trafikstyrelsen hevur nú biðið Vága Floghavn um eina frágreiðing, ið skal latast myndugleikanum í næstu viku. Áðrenn frágreiðingin er komin, hevur Trafikstyrelsen ikki fleiri viðmerkingar til málið.
Trafikstyrelsen staðfestir, at hóast tey hava verið í samskifti við Vága Floghavn síðani 2022 um at uppstiga floghavnina til at kunna taka ímóti størri flogførum enn ídag, so er eingin góðkenning latin floghavnini enn. Endaliga umsóknin frá Vága Floghavn kom ikki fyrr enn 26. februar - eina viku áðrenn Boeing 757-200 flogfarið lendi í Vágum.
Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn, er staddur uttanlands og kundi tí ikki vera í sjónvarpsstovuni. Regin I. Jacobsen ásannar ídag, at Vága Floghavn er ikki góðkend til at flogfør av slagnum Boeing 757-200 kunnu lenda har. -Men eg helt, at svenska felagið, sum rekur flogfarið hjá FarCargo, hevði fingið neyðugu loyvini frá Trafikstyrelsen. At myndugleikin hevði givið teimum undantaksloyvi. Og tí sá eg onga orsøk til at gera nakað, sigur Regin I. Jacobsen.