Jonas Wille: Øll æra til Føroyar

bannari
Jonas Wille: Øll æra til Føroyar
Norski landsliðvenjarin iðraði seg um mista stigið ímóti Føroyum, men rósti Føroyum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu fyri góða avrikið
14.01.2024 - 01:20

Norski venjarin, Jonas Wille, vildi ikki so fegin tosa við Kringvarpið eftir javnleikin ímóti Føroyum leygarkvøldið.

Ei undur í; Norra tveitti eina trygga leiðslu burtur síðstu løtuna, og so kundu føroysku spælararnir fegnast um eitt søguligt EM-stig eftir dramatiskan brotskastsenda við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í høvuðsleiklutinum.

 - Øll æra til Føroyar, sum spæla ein frálíkan dyst. Teir hava uppiborið at hátíðarhalda hetta, tí tað, teir hava fingið burtur úr, er merkisvert, segði Jonas Wille.

Hann viðgekk, at ein slík niðurbræðing, sum var hansara liði fyri til endans, ikki eigur at henda fyri Norra.

 - Nei, sjálvandi eigur tað ikki at henda, men vit eru óhepnir í støðuni, segði norski venjarin, sum annars ætlaði, at Norra skuldi fáa fult stigatal við sær úr bólkaspælinum.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114