Nítjan góðir spælarar sum spæla við hjartanum

bannari
Nítjan góðir spælarar sum spæla við hjartanum
Á hondbóltslandsliðnum eru nítjan góðir spælarar, sum ikki vita, nær teir hava tapt. Tað er grundin til tey góðu úrslitini, segði Teis Horn Rasmussen
13.01.2024 - 23:28

 - Teir eru frammanfyri við tveimum, tá 28 sekund eru eftir, og vit gevast ikki. Vit spæla hondbólt allíkavæl, og tað vísir bara, hvat vit eru gjørdir av.

Tað segði føroyski strikuspælarin, Teis Horn Rasmussen, eftir ótrúliga 26-26 javnleikin ímóti Norra á Mercedes Benz-Arena í Berlin leygarkvøldið.

Á óveruligan hátt megnaðu Føroyar at bjarga sær ein ósannlíkan javnleik, tá tað annars sá ómetaliga torført út. Elias Ellefsen á Skipagøtu javnaði við brotskasti, tá bert fýra sekung vóru eftir.

Avrikið hjá Teis Horn Rasmussen var eins og ímóti Slovenia sera sannførandi, og gestirnir í sjónvarpsstovuni hjá Kringvarpinum hildu fyri, at hann fyri tað kundi enda í týsku Bundesliguni.

 - Tað eru stór orð, svaraði hann smílandi.

 - Men tað veit eg ikki. Beint nú liggur fokus her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109