- Vit spæla betur enn teir fyri steðgin

bannari
- Vit spæla betur enn teir fyri steðgin
- Málverjin hjá teimum hevur nakrar risabjargingar, tá vit hava stórar møguleikar, sum vit eiga at gagnnýta, segði Hákun West av Teigum, sum eisini rósti mótstøðuliðnum
11.01.2024 - 19:47

Eins og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum var Hákun West av Teigum vónbrotin eftir 32-29 tapið hjá Føroyum fyri Slovenia í fyrsta EM-dystinum í Týsklandi.

Føroyar fingu eina góða byrjan, og fyri steðgin vóru føroyingarnir frammanfyri, og høvdu onkran góðan kjans at økja. 

 - Í fyrra hálvleiki spæla vit betur enn teir. - Málverjin hjá teimum hevur nakrar risabjargingar, tá vit hava stórar møguleikar, sum vit eiga at gagnnýta fyri at fáa renningarferð inn í annan hálvleik, segði Hákun West av Teigum, sum var valdur til dagsins spælara eftir dystin.

Vongurin, sum saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, skeyt níggju mál, ásannaði eisini, at Slovenia er eitt sterkt mótstøðulið. Hákun West av Teigum nevndi eisini føroysku áskoðararnar, sum róptu og stuðlaðu allan dystin á tamb.

 - Eg fangaði meg sjálvan við gásarholdið undir upphitingini og í dystinum, segði Hákun West av Teigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109