Tapa ov nógvar tvísdystir í verjuspælinum

bannari
Tapa ov nógvar tvísdystir í verjuspælinum
- Vit spæla ein heilt fínan dyst, men vit tapa alt ov nógvar tvídystir mann ímóti manni í verjuni, segði Tróndur Mikkelsen eftir tapið fyri Slovenia
11.01.2024 - 19:45

 - Niðurstøðan er, at vit mugu hava rættan rygg, og so hava vit ein dyst ímóti Norra í ovurmorgin.

Tróndur Mikkelsen hugdi frameftir, eftir trímálstapið fyri Slovenia í fyrsta EM-dystinum í Berlin hósdagin. Føroyingarnir høvdu alla orsøk at vera ernir av avrikinum, menmáttu samstundis ásanna, at nógv krevst á hægsta stigi.

 - Vit spæla ein fínan dyst, men vit tapa alt ov nógvar tvídystir mann ímóti manni í verjuni, segði bakkurin, sum skeyt tvey mál.
 
Eins og fleiri av hinum spælarunum, rósti Tróndur Mikkelsen føroyska avrikinum á áskoðaraplássunum, har fleiri 1000 føroyingar gjørdu sítt til fyri at bera føroysku spælararnar fram.

 - Tey hjálpa okkum øgiliga nógv í dag. Høvdu vit verið eitt sindur skarpari, høvdu vit kanska staðið eftir við einum sigri, segði Tróndur Mikkelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749