Jens á Skipagøtu: Hava vant uppmerksemi

bannari
Jens á Skipagøtu: Hava vant uppmerksemi
Tá føroyska hondbóltslandsliðið fer á vøllin til sín fyrsta EM-dyst í morgin, er nógv, sum kann órógva. Tí hevur sinnisligi parturin fylt nógv í fyrireikingunum
10.01.2024 - 10:19

Talan verður um ókent lendi, tá Føroyar spælir sín fyrsta EM-dyst ímóti Slovenia hósdagin.

Leikstig og leikferð er ivaleyst hægri, enn flestu spælararnir á føroyska landsliðnum hava roynt fyrr, men stóra miðlaumrøðan og mongu túsund viðhaldsfólkini kunnu eisini órógva spælararnar.

Tí hevur sinnisligi parturin fylt nógv í fyrireikingunum hjá Føroyum.

 - Vit hava givið teimum nøkur amboð at arbeiða við, sigur Jens á Skipagøtu.

 - Serliga hava teir vant sítt uppmerksemi rundan um tey tingini, sum teir skulu gera. Tað vil siga, at tá vit koma í høllina, og tað verður nógv órógv - eisini í samband við stóru miðlaumrøðuna - at spælararnir savna seg um røttu tingini, greiðir Jens á Skipagøtu frá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749