Tað størsta eg havi verið við til

bannari
Tað størsta eg havi verið við til
Hetta er tað størsta, sum eg havi verið við til ítrótti, segði feskasti maðurin í føroyska landsliðshópinum, Ísak Vedelsbøl, eftir sannførandi sigurin á Belgia fríggjakvøldið
05.01.2024 - 22:04

Blaðungi strikuspælarin, Ísak Vedelsbøl, spældi sín fyrsta landsdyst í Høllini á Hálsi, tá Føroyar vunnu við 10 málum á Belgia fríggjakvøldið.

Hann duldi ikki fyri, at tað er stuttligt at vera komin í EM-landsliðshópin, sum setur kósina ímóti Týsklandi í næstu viku.

 - Hetta er tað størsta, sum eg havi verið við til í ítrótti, staðfesti Ísak Vedelsbøl smílandi eftir dystin.

 - Tað er skeg, at hetta er mín dagligdagur heldur enn skúlagongd.

Føroyar spældu ein góðan dyst - serliga í álopspartinum - og skutu heili 41 mál. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rói Berg Hansen skutu átta mál í part, meðan Hákun West av Teigum fekk sjey.

 - At sleppa at renna runt í høllini saman við nøkrum av størstu nøvnunum í heiminum beint nú og læra av teimum er ordilgia skeg, segði Ísak Vedelsbøl, sum sjálvur fekk nógva spælitíð í fyrra hálvleiki og skoraði eitt mál.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749